Nýggjárskonsert fyri 25. ferð og fyri fullum húsum

Um eina løtu verður Norðurlandahúsið fullsett til 25. nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri.

Yekaterina Solovyova, sopran, og Sergej Semishkur, tenor koma úr Mariinsky Operaini í Sankta Pætursborg

Yekaterina Solovyova, sopran, og Sergej Semishkur, tenor koma úr Mariinsky Operaini í Sankta Pætursborg

Fyrra konsertin var í gjárkvøldið, og tá var eisini – sum siður er – fult hús.

Í kvøld verður árliga nýggjárskonsertin send í sjónvarpinum.

##med2##

Symfoniorkestrið framførir tvey føroysk verk. Atli Petersen hevur skrivað eina fanfaru, sum eitur »Klovin klettur« og Ísak N. Jacobsen hevur skrivað »Tango vónir«. Ísak dansar tango og hevur ásannað, at hesin dansur er ikki heilt einfaldur. Hann vónar tí framgongd í tangodansinum hjá sær og konuni.

Eisini fara vit at hoyra Dáva Birgisson spæla 1. sats av gittarkonsertini For Two Christophers eftir amerikumannin Elmer Bernstein. Dávur Birgisson lesur á solistlinjuni á kongaliga Danska Musikkonservatoriinum. Hann vann Stella Polaris kappingina í 2017.

##med3##

Men tað er eingin nýggjárskonsert uttan sang. Kórið hjá Føroya Symfoniorkestri syngur og hevur í ár fingið forkunnuga vitjan av tveimum solistum úr Mariinsky Operaini í Sankta Pætursborg. Teir eru Yekaterina Solovyova, sopran, og Sergej Semishkur, tenor.

##med4##

Skráin á nýggjárskonsertini er hendan:

Atli Petersen: Klovin Klettur – fanfara

Gabriel Fauré: Cantique de Jean Racine

Giacomo Puccini: »Vissi d’arte fyri sopran úr Tosca

Giacomo Puccini: »E lucevan le stelle« aroa furo tempr ‘ir Tpsca

Ísak N. Jacobsen: Tango vónir

Giacomo Puccini: »Soave fanciulla« duett úr La Bohème

Giacomo Puccini: »Silentium, silentium« kór úr Die Meistersanger

Dmitry Kabelevsky: Colas Breugnon ouvertura

Giuseppe Verdi: »Parigi, o cara, noi lasceremo« duett úr La Traviata

Carl Nielsen: Eysturlendskur veitslumarsjur og Afrikanskur dansur úr Aladdin svituni.

Elmer Bernstein: For Two Christophers, gittarkonsert, 1. satsur.

John Williams: Battle of the Heroes úr Star Wars

Giuseppe Verdi: »Libiamo« duett og kór úr La Traviata

Johan Strauss eldri: Radetzsky Marsch

##med5##

Elin á Rógvi er frásøgufólk undir konsertini. Hans Petur í Brekkunum, nýggi stjórin í Symfonoiorkestrinum, bjóðar væl komon, og Bernhardur Wilkinson stjórnar orksetrinum.

##med6##

'##med7##'

##med8##

Yekaterina Solovyova, sopran, og Sergej Semishkur, tenor koma úr Mariinsky Operaini í Sankta Pætursborg

Føroyar Symfoniorkestur: Johan Strauss eldri, Radetzsky Marsch

Stjórin í symfoniorkestrinum, Hans Petur í Brekkunum, skeinkir sjampanju