Nýggju brunnarnir á Rananum reistir

Tað gongur væl við at seta nýggju vatngoymslubrunnarnir upp á Rananum. Herfyri varð samlibrunnurin settur upp, og nú er tørnið til vestara goymslubrunnin komið, skrivar Tvøroyra kommuna á heimasíðuni

Í dag byrjaði arbeiðið uppá eystara brunnin og verður hann væntandi eisini liðugt reistur í dag. Nú teir eru reistir, verða elementini stoypt saman og jarnveirur verður drigin ígjøgnum. Sementið útvíðkar seg, og tí skal tað hava umleið 10 dagar at “arbeiða” í, soleiðis at tað verður so sterkt sum gjørligt.

Til stuttleikar kann nevnast, at elementini, ið risakranin hjá Løvubetong so lættliga lyfta á pláss, viga heili 4,6 tons. Bogarnir, ið eru settir á, ovast í innara “ringinum”, viga heili 6 tons.

##med2##

Klæmint Østerø, ið starvast hjá HTO, ið stendur fyri uppsetingini, sigur, at tílíkir brunnar eru sera væl egnaðir til kommunur. Hesir báðir, ið nú eru uppsettir, taka góðar 3000 rúmmetrar av vatni hvør. Núverandi tangar taka, til samanberingar, umleið 1200 rúmmetrar til saman, so hetta er ein risa-útbygging í vatngoymsluni hjá Tvøroyrar Kommunu.

Klæmint Østerø sigur, at hóast hetta ljóðar av nógvum, so bliknar tað, um vit samanlíkna við eitt nú vatnbrunnin, ið HTO herfyri setti upp til smoltstøðina hjá Bakkafrost í Norðoyggjum. Hesin tangin tekur heilt upp til 7.500 rúmmetrar av vatni.

Tríggir montørar frá Perstrup í Danmark eru komnir til Føroya. Teir fáa hjálp frá bilum hjá MTV og Faroe Ship til umlasting á havnarlagnum og flutning niðan á arbeiðsplássi. Sum áður nevnt, so stendur fyritøkan HTO úr Runavík fyri uppsetingini.

##med3##

Hóast mest sæst til arbeiðið nú, so er ikki at gloyma tað stóra fyrireikingararbeiði við planering av økinum niður í verandi hædd og vegagerðin í hesum sambandi. Hetta hevur E-grevstur staðið fyri. Fyrireikingin er ofta tað drúgvasta arbeiðið, meðan uppsetingin meir at kalla er sum at arbeiða við byggiklossum. Stóri kranin lættir væl um arbeiðið. 

Eftir er nú at forbinda vatnrørini.

Tá tað er liðugt, verður automatikkur settur upp, so stýring er á, hvar vit taka vatnið frá til framleiðslu, skrivar kommunan. Hetta skal forða fyri, at luftperlur gera vatnið hvítt og harumframt fer tað vatnið, ið ikki verur nýtt, aftur í ánna har tað kom frá. Ikki sum nú, har alt yvirskotið fer í Svalbardsá.

Í og úr goymsluni verður møguligt at fylgja við, hvussu stór nýtslan er, og alarmskipan fer at siga frá, um okkurt er áfatt.

##med4##

Nú eru goymslurnar so stórar, at tað ber væl til til dømis at steðga framleiðsluni um herviligt áarføri er, so minni av mislittum vatni kemur í brunnarnar.

Við tíðini er ætlanin at vatnið úr Trongisvági skal røkka líka út til Froðbiar, har núverandi reinsiverk hevur trupulleikar við litinum, serliga um heystið, tí áin har úti verður meira tilgrógvin um summarið. Harvið fær vatnið ein døkkari lit.

Tá ið 10-14 dagar eru farnir, koma montørarnir frá Perstrup aftur til Tvøroyrar. Tá verður takið lagt omaná. Takið vigar umleið 300 tons og fer tað arbeiðið væntandi at taka umleið fýra dagar, og tá er arbeiðið hjá HTO liðugt, sigur Klæmint Østerø.

##med5##

Myndir: Chris Jan Michelsen, Lasse Jensen og Bjarni Nygaard