Nýggju læknahúsini tikin í brúk

Nú hava hoyvíkinar fingið egnar kommunulæknar

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Nú er ikki longu neyðugt hjá hoyvíkingum at fara oman í Havnina fyri at sleppa framat til kommunulækna. Nýggja læknaviðtalan í Kirkjustræti 2 bleiv nevniliga tikin í brúk fyrr í vikuni.

Ætlanin er, at nýggi bygningurin skal húsa fimm kommunulæknar, men higartil eru einans tveir fluttir inn í nýggju viðtalurnar. Tað eru kommunulæknarnir Bjarna Wardum og Turið Holm Johannessen.

Heilsutrygd upplýsir, at innan nakrar vikur flyta eisini Amalia Danielsen, Birni Hansen og Guðrun Mortensen inn í nýggju viðtalurnar.  

Mynd: Tórshavnar kommuna