Nýggjur fíggjarleiðari í Sunda kommunu

Jóannes A. Prestá av Skála er settur sum fíggjarleiðari í Sunda kommuna

Á býráðsfundi 27. apríl 2020 samtykti býráðið at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Jóannes A. Prestá sum fíggjarleiðara.

Jóannes A. Prestá er útbúgvin Cand. Merc. Finance and Investments omaná ein bachelor í HA Almen Erhvervsøkonomi bæði frá Copenhagen Business School.

Hann kemur úr starvi sum vinnuráðgevi hjá Bank Nordik. Jóannes, ið er 30 ára gamal og búsitandi á Skála, byrjar í starvinum 1. juni 2020.