Nýggjur føroyskur teknifilmur um tveir lundar

Hygg at filminum her

Arbeitt hevur verið í eina tíð við at gera ein nýggjan føroyskan teknifilm, og nú er hann liðugur. Søgan er um lundarnar Ludda og Karlo, sum eru tvíburar.

Filmurin snýr seg um at virða tey, sum eru øðrvísi enn vit. Tey, sum hava avbjóðingar og trupulleikar, sum vit ikki skilja.

Eingin sigur, at tað er lætt at skilja - og slett ikki, tá talan er um sálarligar avbjóðingar. Karlo skilur ikki óttan, sum beiggi sín Luddi hevur, og ger gjøldur burtur úr hesum. Ikki fyrr enn hann sjálvur følir, hvussu tað er at merkja ótta, skilur hann hvussu beiggi sín Luddi hevur tað.

Hvalurin Pink, sum alt sítt lív hevur verið øðrvísi, virðir hinvegin Ludda.

Umframt at lurta eftir tankunum og kenslunum hjá Ludda, fær hann Ludda eisini at seta sjóneyguna á hvat hann er góður til. Tað gevur Ludda styrki og mót at vera tann hann er.