Nýggjur fótbóltsvøllur og bakkaverja

Í gjárkvøldið var borgarafundur í Royndarhúsinum í Nólsoy. Nógv fólk var komið saman at hoyra um tey bæði málini, sum vóru á skrá: bakkaverjan og nýggjur fótbóltsvøllur

 

 

Spurningurin um ógvusliga brimið, sum skolar inn yvir bygdina og serliga fótbóltsvøllin, var til viðgerðar. Seinast vøllurin fór illa var í storminum 29. februar, og nú skal ein nýggj varandi loysn finnast. Spurningurin er, um arbeiðast skal við at gera verju, ella um man skal gera eina opna slúsu. Møguleikarnir verða kannaðir, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Fótbóltsvøllurin er styttur, so uppgangurin ikki oyðileggur vøllin. Og nú verður vøllurin breiðkaður upp ímóti bygdarhúsinum.

##med2##