Nýggjur granskingarstovnur

Nakrir av risunum innan føroyska fiski- og alivinnu hava sett á stovn ein nýggjan granskingarstovn, sum verður kallaður Sjókovin

Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, sum fimm føroyskar fyritøkur settu á stovn 30. mars í ár. Tær fimm fyritøkurnar, ið standa aftanfyri Sjókovan eru Syntesa, Christian í Grótinum, Varðin, Framherji og Hiddenfjord.

Høvuðsendamálið við grunninum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum. Eisini skal grunnurin virka sum samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og aðrar áhugapartar, verður sagt í tiðindaskrivi.

– Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at hava eitt gott samstarv við vinnufyritøkur og aðrar áhugapartar her heima í Føroyum fyri at tryggja, at granskingin hjá okkum kann vera við til at skapa størri virðir fyri føroyska samfelagið, sigur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum.

Unn Laksá hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Hon hevur drúgvar royndir við gransking innan evropeiska fiskivinnu og gransking, umframt at hon hevur royndir við verkætlanum innan “bláa” lívfeingisbúskapin. Hon var WP leiðari fyri ES H2020 verkætlanina ClimeFish, har hon hevði ábyrgd fyri váðameting og samfelagsbúskaparligari greining.

Haruframt hevur hon samskipað norðurlendsku verkætlanina “Everything ashore” eins og hon hevur arbeitt við EU FP7 verkætlanini MareFrame, H2020 verkætlanunum og FarFish, stendur á heimasíðuni hjá felagnum.

– Starvsfólkini í Sjókovanum hava eitt sterkt netverk til granskingarstovnar úti í heimi og hava drúgvar royndir at arbeiða við verkætlanum innan umsiting av fiski- og alivinnu. Harumframt vita vit, at nógvar føroyskar fiski- og alifyritøkur og teirra undirveitarar, eru sera frammaliga innan teirra øki. Sjókovin er tí í einari sterkari støðu til at bera viðkomandi vitan úr altjóða granskingarumhvørvinum til Føroya, og samstundis – gjøgnum góða samstarvið við føroyskt vinnulív – bera vitan úr Føroyum út í heim, sigur Unn Laksá.

Sambært heimasíðuni eru tilsamans seks fólk knýtt at Sjókovanum

Umframt at luttaka í fleiri størri, altjóða verkætlanum innan umsiting av havtilfeingi, granskar Sjókovin í løtuni eisini ávirkanina av covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin er fíggjað av granskingarráðnum, og endaliga frágreiðingin verður løgd fram fyrst í oktober.

– Vit vóna, at vit ígjøgnum okkara granskingarvirksemi og samskifti av úrslitunum, kunnu gera okkara íkast til at menna vitanina um sjófeingisvinnur og soleiðis eisini ríka kjakið í almenna rúminum, sigur Unn Laksá.

Í sambandi við, at Sjókovin varð settur á stovn fyrr í ár, verður opið hús og framløgur í Bátasavninum í Leirvík nú mikudagin 17. juni klokkan 14. Tiltakið er alment, men orsaka av avmarkaðari atgongd, krevst tilmelding, verður sagt í tíðindaskrivinum.