Nýggjur grønlendskur prestur í Danmark

- Eg gleði meg at koma í gongd, tí tað hevur stóran týdning fyri meg at kunna brúka mína grønlendsku bakgrund fult og heilt, sigur Marianne Lynge Krog.

Marianne Lynge Krog, sum er fødd í 1966, hevur røtur í Qaqortoq, men hevur búð í Danmark í fleiri ár.

Marianne Lynge Krog, sum er fødd í 1966, hevur røtur í Qaqortoq, men hevur búð í Danmark í fleiri ár.

 

Umsíðir hava grønlendingar í Danmark fingið nýggjan prest.

Tað er Marianne Lynge Krog, sum skal avloysa Oline Berthelsen, og hon verður innsett við eina grønlendska jólagudstænastuna í Vor Frue Kirke í Aarhus hin 12. desember.

- Eg gleði meg at koma í gongd, tí tað hevur stóran týdning fyri meg at kunna brúka mína grønlendsku bakgrund fult og heilt, sigur Marianne Lynge Krog við Sermitsiaq. 

Hon leggur aftrat, at tað eisini hevur stóran týdning, at hon nú kann brúka sítt móðurmál í sínum arbeiði.

Marianne Lynge Krog, sum er fødd í 1966, hevur røtur í Qaqortoq, men hon hevur búð í Danmark í nógv ár.

Hon er bachelor úr Ilisimatussarfik í Nuuk og hevur seinni tikið cand. theol. á Keypmannahavnar Universiteti.

Marianne Lynge Krog, sum er fødd í 1966, hevur røtur í Qaqortoq, men hevur búð í Danmark í fleiri ár.