Talan er um ein heilt nýggjan framkomnan bil við sera flottum designi. Sorento er teknologiskt tann mest framkomni bilurin, sum Kia nakrantíð hevur framleitt.
Sorento er ein stórur 7-persóna luksus SUV, sum verður drivin av øllum 4 hjólunum. Hesin er fjórða generatión av Sorento, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2002.
Nýggi Sorento er bygdur yvir ein heilt nýggjan pattform og líkist tí størra Kia Telluride, sum er sera væl umtóktur í USA.
Sorento verður at fáa í fleiri útgávum sum t.d. diesel, bensin, hybrid og plug-in hybrid. Bilurin orkar væl. Tann við 2.2-litra dieselmotori við 202 hk og 8-trins automatgearkassa kann sleipa upp til 2.500 kg.
##med2##
Leðurkabinan er sera flott og bilurin er væl útgjørdur við t.d. 12,3" talgildum Supervision-instrumentbretti, 10,25" skermi við navigatión og Bose ljóðanleggi. Eisini hevur hann Safe Exit Assist, Parking Collision Assist og blindvinkul kamera.
##med3##
Gott pláss er við øll 7 setrini. Við at leggja aftastu setrini niður verður viðførisrúmið heilar 821 litrar.
##med4##
Nýggi Sorento hevur fingið fleiri heiðurslønir. Størsta bilblaðið í Týsklandi AUTO BILD hevur júst kosið Kia Sorento til vinnara av "Das Golden Lenkrad 2020 " og fyrr í ár vann hann eisini heiðurin " All-Wheel Drive Car of the Year 2020". Kia Sorento kann síggjast og roynast hjá Bilrøkt. Prísur úr kr. 599.900.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##