Nýggjur korona-tilburður í Grønlandi

Eftir at hava verið korona-frítt í 50 dagar, er nú ein nýggjur covid-19 tilburður staðfestur í Grønlandi, hesaferð í Aasiaat.

 

 

Sermitsiaq veit í kvøld at siga, at ein nýggjur korona-tilburður nú er staðfestur í Grønlandi. Talan er um ein persón í Aasiaat, sum er kannaður og staðfestur positivur fyri covid-19.

Í dag hevur grønlendski landslæknin fingið svar upp á eina korona-roynd, sum er positiv, og tískil kann Grønland ikki longur rópa seg korona-frítt. Frammanundan eru 11 tilburðir við covid-19 staðfestir í Grønlandi.

Grønland hevur annars verið korona-frítt í 50 dagar.

Hetta er samstundis fyrsti tilburðurin av korona-smittu í Grønlandi, sum ikki er í høvuðsstaðnum, Nuuk. Talan er hesaferð um ein borgara, sum eftir heimkomu úr Danmark er staðfestur positivur.

- Hin smittaði og húsfólkið hjá viðkomandi eru í sóttarhaldi, og mett verður, at vandin fyri smittuspjaðing í samband við nýggja tilburðin er lítil, veit Sermitsiaq í kvøld at siga.

Eftir at hava verið leingi sjúkur í Danmark kom ein borgari fyri fáum døgum síðan heim til Aasiaat. Meðan viðkomandi var sjúkur í Danmark, varð hann eisini staðfestur positivur fyri covid-19.

- Men, fyri fráferð úr Danmark hevur persónurin fleiri ferðir verið testaður negativur. Men, nú borgarin bleiv testaður av nýggjum við heimkomu til Grønlands, er viðkomandi aftur staðfestur positivur.

Sermitsiaq leggur aftrat, at tað er altjóða kent, at fólk, sum hava verið smittað við covid-19, kunnu hava virus ella ílegu-tilfar frá virusinum í eitt nú svølginum leingi eftir, at tey vóru sjúk - og tískil eru nøkur staðfest positiv við covid-19 av nýggjum.

##med2##

 

 

 

Aasiaat liggur í útsynningshorninum av Diskovíkini og í Qeqertalik kommunu.