Nýggjur listi tekur islam við í valstríðið í Havn

Í øllum førum ein uttanflokkalisti í Havn: Islam, samhald, umhvørvi, familjuverja, heimafriður, seinheilaskaði og kannabis…

Tað eru nøkur av málunum, sum ein uttanflokkalisti í Havn hevur á skrá til býráðsvalið í Havn, sum verður 10. november.

Tað er Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, sum stendur fyri hesum lista.

Hann sigur við in.fo, at listin kemur inn áðrenn freistin er úti klokkan 18 í kvøld.

– Tað er onkur, sum ikki endaliga hevur svarað enn. Men vit eru seks ella sjey á listanum, og vit mangla bara tveir stillarar, sigur hann.

Umfram Hall sjálvan er eisini Jákup Hans Heinesen eisini á listanum. Teir báðir stillaðu eisini upp fyri »Framtakið fyri rættinum at velja kannabis« til løgtingsvalið í fjør.

Hvørji hini fýra ella fimm valevnini eru, vil Hallur Hjalgrimsson Djurhuus ikki siga, tað fer at bíða, til listin verður latin inn, sigur hann.

Men í eini framløgu, sum Hallur Hjalgrímsson Djurhuus hevur á Facebook sigur hann, at tað nærum hevur verið ógjørligt at fáa kvinnur á listan.

Higartil er greitt, at teir fimm flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn stilla upp til býráðsvalið. Sjálvstýri hevur gjørt av ikki at stilla upp. Spenningurin er nú um, hvørt tað verða tveir listar afturat, tí umframt uttanflokkalistan hjá Halli Hjalgrímssyni Djurhuus, so arbeiðir Rani Andrasson Skaalum eisini við einum uttanflokkalista.