Nýggjur Lundaland koppur frá Fjord

Myndaevnið á koppinum er - eins og undanfarin ár - tey bæði, Lundadiddan og Lundabeiggin, har tey stuttleika sær í Lundalandi.

 

Eins og undanfarin jól kemur Fjord aftur hesi jólini út við einum nýggjum Lundaland koppi. Talan er um kopp nummar 4 í røðini, og er hetta tí nú blivin ein føst jólatraditión sigur Suffía Nón ið eigur og rekur Fjord.

- Lundaland kopparnir hava verið sera væl móttiknir, bæði av føroyingum og útlendinum. Eg veit, at tað eru fleiri fólk, ið samla uppá kopparnar og tí longu hava spurt, nær koppurin fyri jólini 2020 kemur út, leggur Suffía Nón aftrat.

Og nú er hann so her.

Myndaevnið á koppinum er - eins og undanfarin ár - tey bæði, Lundadiddan og Lundabeiggin, har tey stuttleika sær í Lundalandi.

Vørumerkið Lundaland fevnir um ymiskar føroyskar vørur til børn og barnslig vaksin, eitt nú seingjarklæðir, plakatir, joggingdrakt og annað. - Vit eru altíð í holt við at menna nýggjar vørur, og ymiskt nýtt er eisini ávegis, sigur Suffía Nón.

##med2##

Nýggi koppurin er framleiddur á dygdargóðari postalínsverksmiðu í Týsklandi, og gávueskjan er framleidd í Føroyum.

- Alt, sum vit kunnu framleiða í Føroyum, verður framleitt her. Vit halda tað vera sera umráðandi, at vit í Føroyum stuðla hvørjum øðrum so nógv sum tilber, sjálvt um tað í summum førum kann gerast bíligari uttanlands, sigur Suffía Nón.

##med3##