Nýggjur maður á ting fyri Framsókn

Trý tey fremstu á listanum hava forfall

Í dag hevur Karlot Hergeirsson tikið sæti á Løgtingið fyri Framsókn.

Framsókn hevur tvey tingfólk, Poul Michelsen og Bjarna Kárason Petersen.

Men Poul Michelsen hevur farloyvi og tí hevur Ruth Vang røkt sessin í eina tíð.

Men nú er hon eisini burturstødd, og Hanna Jensen, sum var løgtingskvinna og landsstýriskvinna í undanfarna valskeiði, er næst á listanum hhá Framsókn.

Men heldur ikki hjá henni ber til at møta á løgtingi í hesum umfari, og sostatt er tað nummar fimm á listanum hjá Framsókn,  Karlot Hergeirsson, sum hevur tikið sæti á tingi.
Karlot Hergeirsson hevur ikki siti á tingi áður, og á løgtingsvalinum í summar fekk hann 145 atkvøður.