Nýggjur politiskur flokkur á veg

Tørvur er á einum heilt nýggjum flokki, meina oddamenninir, og ætlanin er at stilla upp til kommunuvalið í heyst

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus

Um alt gongur, sum tað skal, so verður ein nýggjur flokkur á vallistanum til kommunuvalið í november.

Talan er um ein flokk, sum er sprottin úr Framtakinum, sum stillaði upp til seinasta løgtingsval. Oddamenninir eru Hallur Hjallgrímsson Djurhuus og Jákup H. Heinesen.

Nýggi flokkurin hevur tó eina heilt aðra politiska linju enn Framtakið, har aðalmálið var at legalisera kannabis. Arnfinn á Birtuni frá Framtakinum verður ikki við í nýggja flokkinum, tí hann og Hallur eru grundleggjandi for ósamdir politiskt.

– Ósemjan í Framtakinum millum meg og Arnfinn snúði seg um, at vit máttu hava meira kjøt á. Eg vildi eisini fokusera uppá nøkur onnur evni enn bara at vera prokannabis. Tí hava vit kannað møguleikarnar fyri einum nýggjum flokki, greiðir Hallur H. Djurhuus frá.

Hallur H. Djurhuus heldur, at tørvur er á einum nýggjum flokki, og hann sigur, at nýggi flokkurin fer at leggja stóran dent á tað ríkisrættarliga.

– Tað ríkisrættarliga er ein mangulvøra millum núverandi flokkarnar í Føroyum. Tjóðveldi tosar eftir mínum tykki bara um tjóðarfrælsi upp undir val, men vit mangla ein flokk, sum fer eftir tjóðarfrælsinum og ikki bakkar undan, so skjótt man fær sæti í landsstýrinum, sigur Hallur H. Djurhuus.

Nýggi flokkurin fer eisini at vera munandi meira tilflytarakritiskur enn aðrir flokkar í Føroyum.

– Soleiðis sum tað er nú, so hvørvur Danmark longur og longur inn í ES, og Danmark hevur minni at siga um egnan innanríkispolitikk. Men samstundis hava teir næstan fullræði á okkum i Føroyum, sigur Hallur og tekur eitt dømi:

– Ein persónur, sum fær uppihaldsloyvi í Danmark, kann frítt búgva í tí økinum í kongaríkinum, sum hann vil. Altso í Føroyum til dømis. Tað halda vit ikki, er í lagi. Europerar kunnu bestemma, hvør býr í Danmark, men í Føroyum skulu vit bestemma, hvør býr her, sigur hann.

Eisini skal demokratiið tættari at fólkinum, verður sagt.

– Fleiri ting skulu út til kommunurnar, og nógv fleiri fólkaatkvøður skulu vera í avgerandi málum, sigur Hallur H. Djurhuus.

Enn hevur flokkurin einki navn og er ikki formliga settur á stovn. Oddamenninir hava tó nøkur hugskot til eitt navn, men hetta vil Hallur ikki avdúka enn. Arbeitt verður fyrst við at kanna áhugan fyri hesum flokkinum.

– Vit hava spælt við tankan at stilla upp á einum uttanflokkalista til kommunuvalið í Havn, tí tá skulu ikki so nógvar undirskriftir til. Tað vóni eg, verður til nakað. Tað eru nógv ting í kommununi, sum kundu verið øðrvísi; til dømis hetta við fólkaatkvøðum. Vit vóna at vera heilt klárir innan fyri eitt ár, og tá fara vit at arbeiða fram ímóti næsta løgtingsvali, sigur Hallur H. Djurhuus. 

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus