Nýggjur sangur: Ronnie syngur um tað at vera eitt bygdarfrell

Er hetta nýggja summarhittið?

Ronnie Davidsen hevur útgivið eitt nýtt staklag, ið kallast "bygdarfrell".

Hetta er ikki fyrstu ferð, Ronnie gevur tónleik út. Tað fyrsta staklagið "Hvønn Dag" varð útgivið í 2011 og varð tá nógv spælt í Føroyum.

– "Bygdarfrell" er eitt óhátíðarligt lag, sum bert hevur til endamáls at fáa fólk í gott lag, verður sagt í tíðindaskrivi.

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori Music í hansara egna studio. Árni Andreasen og Henning Jensen hava hjálpt við ymiskum.

Eitt tekstvideo er gjørt til sangin, og tað hava Rói Borum Davidsen og Allan Korsager Davidsen tikið sær av.

Sangurin er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á m.a. Spotify.

##med2## 

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

Kór: Henning Jensen, Ronnie Korsager Davidsen, Allan Korsager Davidsen & Rúni Fossdal

Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen

Tónleikasjónband: Rói Borum Davidsen, Allan Korsager Davidsen, Hans Petur Joensen & Ø-Media

Ronnie - Bygdafrell [Lyric Video]