Í Vágs kommunu hevur seinastu árini verið arbeitt miðvíst við at dagføra drekkivatnsskipanina í kommununi.
Eitt nú eru rør løgd niðan á Miðvatn, sum liggur í 350 metra hædd, og hetta er nú rávatnsgrundarlagið á kommunalu drekkivatnsskipanini.
- Nýtt reinsiverk er eisini sett upp við Hvanndalsá, soleiðis at øll húski í kommununi nú fáa reinsað vatn. Í ár er so eisini gongd sett á at dagføra vatnkaðlar í kommununi.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at fyrr í summar varð vatnkaðalin út eftir Marknoyrarvegi skiftur, og nú verður høvuðsvatnkaðalin frá vestara reinsiverki skiftur.
- Hetta er alt líður í at framtíðartryggja, at allir brúkarar í kommununi fáa góða vatngóðsku, verður lagt aftrat í Vágs kommunu.