Nýggur skúli liðugur í Klaksvík um trý ár

Pláss verður fyri 35 næmingum, sum eisini kunnu búgva á skúlanum

Um trý ár verður nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík liðugur. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við nýggja húsarhaldsskúlanum og landsstýrismaðurin sigur, at nú eru fyririekingarnar komnar so mikið áleiðis, at næsta stig er at fara undir at prosjektera av bygningin.

Prosjektering og útbjóðing verða bæntandi klárt í oktober í ár. Bæði Klaksvíkar kommuna, og Bústaðir, sum skal rinda kostnaðin fyri bústaðirnar í sambandi við skúlan, hava givið tilsøgn um stuðul til teirra part av projekteringini.

Og síðani  hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið eisini givið skúlanum tilsøgn um at bera sín part av prosjekteringini.

Higartil hevur prosjektið kostað 800.000 krónur.

Eftir nýggjastu tíðarætlanini hjá Húsarhaldsskúlanum, vænta tey, at skúlin verður liðugur á sumri í 2023. Og eftir ætlanini skal skúlin hava pláss fyri 35 næmingum, ið eisini kunnu búgva, á skúlanum.

Tað fer at kosta 3.200 krónur um mánaðin hjá hvørjum næmingi at ganga á skúlanum. Men Jenis av Rana leggur afturat, at tað er ringt at siga akkurát, hvussu høgt gjaldið verður, tí enn eru tað nøkur viðurskifti, sum kunnu ávirka næmingagjaldið, og sum skúlin ikki hevur fult yvirlit yvir enn.

Í løtuni kostar húsarhaldsskeiðið 2.200 krónur um mánaðin hjá hvørjum næmingi, umframt tilmeldingarkostnað og undirvísingartilfar.

Fyri onnur styttri skeiðir, sum skúlin eisini fyriskipar, er kostnaðurin ymiskur, sigur Jenis av Rana.

Annars sigur hann, at í roynd og veru er tað ikki Landið, sum byggir nýggja húsarhaldsskúlan. Tað er sjálvsognarstovnurin, Húsarhaldsskúli Føroya, sum byggir, men ætlanin fær 21 milliónir í stuðuli úr landskassanum.