Nýhugsan á Frælsinum

Um stutta tíð verður nýggi skúlin á Fløtum tikin í nýtslu og tí verður ein stórur partur av gamla Venjingarskúlanum tómur. Kommunan eigur ein part av bygninginum og landið eigur hin partin. Setrið búleikast í bygninginum og tað er tiltrongt við meira plássi.

Men heldur enn at Setrið fær atgongd til allan bygningin, hugsi eg, at kommunan kundi sett sær fyri at nýtt partin av bygninginum, sum hon eigur, til eitt nú lestraríbúðir ella íbúðir til fólk við lágari inntøku. Bygningurin krevur ábøtur og okkurt má gerast, so hann ikki bara fellur í órøkt.

##med2##

Óansæð hvat hendir við sjálvum bygninginum, so er økið á Frælsinum upplagt til børn og barnafamiljur. Stóra grasfløtan og slætta økið við rampum til rennifjøl og rulluskoytur eigur at verða útnytta til fulnar.

##med3##

Eg síggi fyri mær at grasfløtan verður broytt til eina innbjóðandi lund við alskyns træ-, runna- og blómuvøkstri. Við einum stórum spæliplássi, partvís undir tak og sum hevur hentleikar til børn og ung við rørslutarni. Ein partur av lundini kundi verið gjørt við smáum vegum til børn á súkklu og við ljósregulering og gonguteigum, so børnini læra at ferðast trygt í ferðslu. Á økinum skulu hentleikar sum ves við skiftirúm og skiljan av burturkasti verða í lagi og familjurnar skulu hava møguleiki fyri at grilla.

 

Sára Gullfoss

Valevni Javnaðarfloksins. Kommunuval 2020