Nýskipanin av danska fólkaskúlanum ikki havt góða ávirkan

 

Í skúlunum í Danmark verður framvegis arbeitt við at seta ymiskt í verk, sum varð avrátt, tá ið fólkaskúlin varð nýskipaður í 2014, men tvær ymiskar frágreiðingar, sum eru gjørdar í kjalarvørrinum á nýskipanini, vísa, at nýskipanin higartil ikki hevur havt góða ávirkan á fakligu avrikini hjá næmingum og trivnaðin. Um somu tíð sigur helmingurin av skúlunum, at teir meta, at teir hava sett týdningarmestu broytingarnar frá nýskipanini í verk.

 

Hetta veitt Skúlablaðið at siga á skulabladid.fo.

 

Síðan 2014, tá ið nýskipanin fór av bakkastokki, hevur hon verið eftirmett og granskað av fakfólki. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og úrslitið er tvær stórar frágreiðingar, ein kvantitativ og ein kvalitativ. Tær vísa, at fráfaringarpróvtølini hjá næmingunum hava verið rættiliga støðug í tíðarskeiðinum 2012 til 2018. Sama er galdandi fyri próvtølini hjá næmingunum á frí- og privatskúlum. Samanbera vit fakligu menningina hjá fólkaskúlanæmingum við menningina hjá næmingum á frí- og privatskúlum, sum er best hugsandi kontrollbólkur, er munurin av úrslitunum hjá hesum báðum næmingabólkunum óbroyttur.

Trivnaðurin hjá næmingunum er versnaður 3 prosentstig, tá ið talan er um næmingar í hádeildini, og 2 prosentstig, tá ið talan er um næmingar í miðdeildini í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2018.

Frágreiðingarnar vísa umframt, at færri enn helmingurin av skúlaleiðarunum meta, at teir “í stóran mun” hava sett í verk týdningarmestu átøkini í nýskipanini. Sum heild er eingin munur á læringini og trivnaðinum hjá næmingunum í ávikavist teimum skúlum, sum eru komnir væl áleiðis at seta í verk átøk sambært nýskipanini, og teimum skúlum, sum ikki eru komnir áleiðis at seta átøk í verk, skrivar Skúlablaðið.

Greinin sæst í fullari longd á www.skulabladid.fo