Nýtt felagshús við Hoyvíkshøll um 2 ár

Tað eru meira enn 3 ár síðani, at Hoyvíksvøllurin alment bleiv tikin í nýtslu, tá núverandi borgarstjóri skeyt fyrsta skotið á vøllinum, hetta var 9. juni 2017. Síðani tá, er ikki nógv gjørt við umstøðurnar við vøllin. 

Hvønn dag verður vøllurin nógv brúktur, bæði av skúlum, stovnum og sjálvandi av skipaðari fótbóltsvenjing og dystum, umframt børn og ung, ið møtast á vøllinum av áhuga. Í vikuskiftunum eru altíð dystir, og kemur tað eisini javnan fyri, at føroysk landslið venja á vøllinum. Vøllurin er góður, verri er við umstøðunum til feløg, venjarar, leikarar, foreldur og áskoðarar.

Kommunal ætlan er, um eina fyribils loysn, ið eisini er bráðneyðug; men tað er ikki nokk, og so langt í frá! Áðrenn nøkur avgerð verður tikin um nakra stórhøll, útbygging av Hoyvíkshøllini ella øðrum neyðugum umstøðum í kommununi, skal arbeiðið við nýggjum nýmótans felagshúsi við Hoyvíksvøll veruliga setast í gongd. Hesum vil eg tryggja og arbeiða miðvíst fyri, og fari eg ikki at góðtaka aðrar ætlanir á ítróttarøkinum, áðrenn hetta arbeiði byrjar.

Felagshúsið skal verða liðugt um 2 ár, og kann umframt, at verða eitt ítróttahús, eisini nýtast sum eitt felagshús í Hoyvík, har íbúgvar og onnur kunnu hava ymisk tiltøk. Eisini skal verða møguleiki hjá skúlanum og frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt at nýta hølini um neyðugt.

Bjarni Beder, valevni hjá Javnarðarflokkinum á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu 2020