Nýtt frá Inga Poulsen

Nýggi sangurin eitur "Dagarnir við tær"

Sangfuglurin úr Vági, Ingi Poulsen, hevur givið eitt nýtt staklag út. Lagið kallast "Dagarnir við tær", og til ber at hoyra tað á teimum ymsu stroymingartænastunum sum eitt nú Spotify og Apple Music. 

Nú hevur Ingi Poulsen eftir hondini givið rættiliga nógv út, og so at siga allir sangirnir hava verið stór "hitt". Her kunnu eitt nú nevnast "Tá ið eg síggi teg" frá 2018, "Kostbar" frá 2019 og "Hevur hon lovað" frá í fjør. 

"Dagarnir við tær" er so fyrsti sangurin, sum Ingi Poulsen hevur givið út í ár. Hann kom út síðst í februar.

Um tú hevur Spotify, kanst tú hoyra "Dagarnir við tær" her: