Nýtt jólalag frá Jógvani Hansen

Steintór Rasmussen týtt íslendskan klassikara

Jógvan Hansen hevur í dag latið úr hondum nýtt jólalag.

Lagið eitur Náttin Føgur, og er tað íslendska Nóttin var sú ágæt ein, ið Steintór Rasmussen hevur týtt til føroyskt fyri Jógvan Hansen.

Um sangin sigur Jógvan Hansen, at vegna koronufarsóttina hevur tað ikki ligið fyri hjá honum at vitjað ella spælt í Føroyum, og ístaðin hevur hann valt at geva føroyingum eina jólagávu á henda hátt. 

Matti Kallo hevur framleitt lagið. Jógvan Hansen syngur. Matti Kallo spælir eisini tin-flute og harmoniku, Kukka Lehto spælir violin, og Matti Laitinen spælir guittara og mandolin.