Nýtt lag við Sigmundi Zachariassen

Nýtt lag er nú at hoyra og tað er við Sigmundi Zachariassen.

- Lagið eitur "Locked Inside", og snýr seg um at vera stongdur inni ein góðveðurs sunnudag. Í hesum tíðum er tað helst nógv fólk, ið hava verið í somu støðu. Vindeyguni í sjónbandinum kunnu næstan roknast sum fongsulsrimar. Eisini sæst  nýggja korona hársniðið, ið nógv hava fingið sær seinastu tíðina, sigur Sigmund Zachariassen.

 

- Fyrr í ár gav Sigmund út lagið "Given Up On Hope". Og eru hesi bæði løgini at rokna sum smakkiroynd til kommandi fløguútgávuna "The Everlasting Pump", ið kemur út seinni í ár, sigur Sigmund.

Lagið er at hoyra her:

https://youtu.be/-Ar6QyND1P8