Nýtt matstað á veg í SMS

Nýggja matstaðið letur upp um tvær vikur, samstundis sum Sunset verður dagført

Næstu vikurnar eru møguleikarnir fyri at fáa ein bita at eta í SMS munandi meira avmarkaðir enn vanligt. Næstu tvær vikurnar eru nevniliga Baresso og Sunset stongd í samband við dagføringar av matstøðunum í handilsmiðstøðini. Tað boðar SMS frá í tíðindaskrivi.

Viðvíkjandi Baresso verður talan um eitt heilt nýtt matstað, ið fer at lata dyrnar upp um tvær vikur.

- Fólk kunnu gleða seg til eitt nýtímans matstað við einum føroyskum brái, sigur Sally Rasmussen, leiðari fyri øll matstøðini í SMS.

Tað verður eitt nýtt matstað við nýggjum møblum og keypsdiski, og eisini verður nógv nýtt á matskránni.

- Tá Baresso ketan stongdi, gjørdu vit fleiri broytingar í okkara matskrá, eitt nú fingu vit vælumtókta bobbluteið, og nú verður matskráin enn størri og meiri fjølbroytt, greiðir Sally frá.

Eisini Sunset er stongt næstu tvær vikurnar í samband við dagføringar, men letur matstovan upp aftur undir sama navni.

- Tað verða gjørdar stórar broytingar, sum viðskiftafólkini fara at fáa ágóðan av, sigur Sally Rasmussen.

Sunset verður nútímansgjørt við nýggjum køki, keypsdiski og møblum í sjálva matstaðnum.

- Eisini kunnu viðskiftafólkini gleða seg til nýggjar vørur á matskránni, og at vit eitt nú fara at gevast við at nýta plastiksúgvirør, sigur leiðarin.

Nýggja kafein og matstaðið letur upp aftur 31. august kl. 9, sama stað sum Baresso var, meðan nýggja Sunset letur upp sama dag klokkan 10.30.