Nýtt og gott gamalt úr Leirvík

PrimaFisk byrjaði sítt virksemi í 2004 og hevur soleiðis 15 ár á baki í ár.

 

 

 

Nú PrimaFisk og Knettavirkið í Leirvík hava sama eigara, er eisini samlaða vøruúrvalið hjá fyritøkuni vorðið størri. Tað er eitt felag hjá Jan E. Petersen, Sp/f Taste The Faroe Islands, ið eigur og rekur PrimaFisk í Leirvík, sum ikki minst er kent fyri sínar vælumtóktu fiskapylsur.

PrimaFisk byrjaði sítt virksemi í 2004 og hevur soleiðis 15 ár á baki í ár.

Jan E. Petersen sigur, at endamálið hjá fyritøkuni frá byrjan var at gagnnýta, virðisøkja og meirvirka gulllaksin til eina gerandisvøru. - Við støði í heilsugóðari vøru varð farið undir at framleiða fiskapylsur til døgurðamat eins væl og til viðskera, sigur hann.

Fremsta orsøkin til, at PrimaFisk fór at arbeiða við pylsum, var, at fyritøkan ikki skuldi í beinleiðis kapping verandi framleiðslu, eitt nú gulllaksaknettini og fiskafrikadellurnar hjá Knettavirkinum í Leirvík.

- Vit høvdu dialog um hetta frá byrjan og hevur PrimaFisk tískil bert framleitt pylsuvørur øll árini. Men, nú hevur PrimaFisk so yvirtikið Knettavirkið í Leirvík - ella kanska rættari hevur Knettavirkið yvirtikið PrimaFisk, sum hann brosandi tekur til.

##med2##

Hetta merkir, sigur Jan E. Petersen, at samlaða vøruúrvalið hjá fyritøkuni nú er fiskapylsur, fiskabúffar, fiskasuppa, knettir, frikadellur og fiskaflak.

- Vit hava bæði vanligar frikadellur og smáfrikadellur, sum tær eisini verða róptar.

Fiskapylsurnar fáast kring alt landið og eru gerandiskostur millum føroyingar, bæði heima og uttanlands. - Fiskapylsurnar eru glutenfríar, lactose/mjólkaproteinfríar, og tær eru at fáa við ymiskum smakki, leggur hann aftrat.

##med3##

Jan E. Petersen vísir á, at nýggjasta fiskapylsan er ein luksusvøra úr havtaskulivur, sum higartil bert hevur verið at fingið til ymisk tiltøk, har hon hevur verið sera væl umtókt. - Afturmeldingarnar um fiskapylsuna úr havtaskulivur, eru fantastiskar, sigur hann.

Hann fegnast eisini um lutfalsliga nýggja fiskaburgaran hjá fyritøkuni, ið er ein serstøk framleidd fiskapylsa, skorin í búffar. - Fiskaburgarin verður eisini at fáa í handlunum nú, sigur eigarin av virkseminum.