Nýtt ráð fyri arktiskar borgarstjórar

Røddin hjá kommununum í Arktis er nú styrkt. Á felags fundi í Akureyri hósdagin 10. oktober millum leiðandi borgarstjórar í býum í Arktiska økinum, varð Ráðið fyri Arktiskar borgarstjórar sett á stovn

 

 

Borgarstjórarnir í Akureyri, Tromsø, Havn og Nuuk

Borgarstjórarnir í Akureyri, Tromsø, Havn og Nuuk

Nógvar broytingar eru í arktiska økinum. Nakrar av hesum broytingunum vóru umrøddar á fundinum, og serligur dentur varð lagdur á burðardygga ferðavinnu.

- Tað er umráðandi, at kommunala røddin kemur til orðanna, tí tað er fyrst í kommununum, at avleiðingarnar merkjast. Vit skulu sjálv vera við til at stýra teimum avbjóðingum, sum longu eru og fara at verða í Arktiska økinum í framtíðini, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Níggju tjóðir eru í arktiska økinum og millum hesar Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, eitt skipað samstarv er millum kommunur í Arktiska økinum.

Nú Ráðið fyri Arktiskar borgarstjórar (Arctic Mayors’ Forum) er sett á stovn, er lættari hjá kommununum at tosa við einari rødd, tá ið avgerðir skulu takast, sum ávirka økini í okkara parti av heiminum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Borgarstjórar úr hesum londum hava undirskrivað avtaluna: Norra, Íslandi, USA, Føroyum, Kanada, Grønlandi, Finnlandi og Russlandi. Yvirskipaða málið hjá Ráðnum fyri Arktiskar borgarstjórar er at styrkja røddina hjá teimum, sum búgva í býum og bygdum í arktiska økinum við at ávirka altjóða samfelagið. Somuleiðis eru eisini nógv øki at samstarva um eitt nú útbúgving, umhvørvi, ferðavinna og samferðslukervi.

Ráðið vil tryggja eina burðardygga menning fyri býir og bygdir, nú stórar broytingar fara fram í Arktis.

 

Á myndini síggjast borgarstjórarnir í Akureyri, Tromsø, Havn og Nuuk.

Borgarstjórarnir í Akureyri, Tromsø, Havn og Nuuk