Nýtt samstarv ímillum INNI og in.fo

Meklarafyritøkan INNI og tíðindaportalurin in.fo eru nú farin undir eitt nýtt samstarv, sum ger tað skjótt og ómakaleyst at síggja, hvørjar ognir eru til sølu hjá INNI.

Rákið flytir seg alsamt meira yvir á talgildu miðlarnar, og tí vil INNI royna henda møguleika, sigur Kára á Dunga, stjóri í INNI.

Við hesum samstarvinum ber altíð til at síggja tey nýggjastu tíðindini umframt allar ognirnar, INNI hevur til sølu.

- Hetta er ein spennandi máti fyri marknaðarføring, ið vit fegnast um at hava sett hol á í samstarvi við in.fo sigur stjórin í INNI.

- Vit á in.fo eru fegin um samstarvið við INNI, og vit ivast ikki í, at hetta fer at slóða fyri nógv fleiri møguleikum á hesum øki, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.