Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi størstir í Havn

Framsókn er um at taka Sambandsflokkin og Fólkaflokkin á triða plássi

Framsókn er um at taka Sambandsflokkin og Fólkaflokkin á triða plássi

 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins sær sambært fyrstu bunkaprognosunum út til at verða greiður vinnar í Høllin á Hálsi í Havn.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru greit langt framman fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Ilt er at síggja enn, hvør teirra er størsti flokkur. Men greitt er, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa harða kapping frá Framsókn um triða plássið í høvuðsstaðnum.

 

Nýggja Sjálvstýri sær út til at hava fingið eitt sera vánaligt val í Havn. Sambært fyrstu bunkaprognosunum røkkur flokkurin ikki 200 atkøvðum. Við seinasta val fekk Sjálvstýrisflokkurin 357 atkvøður, og tað var 3,6 prosent av atkvøðunum.