Nýtt snið til heimasíðuna hjá listasavninum

Listasavn Føroya hevur nú fingið nýggja og meira tíðarhóskandi heimasíðu.

Seinastu mánaðirnir eru brúktir upp á at fyrireika heimasíðuna, ið skuldi vera brúkaravinarlig og hava nýtt snið og innihald.

Bygnaðurin av nýggju heimasíðuni hóskar seg til snildfonir, og ger tað lætt at finna upplýsingar um vitjanir á listasavninum.

- Á heimasíðuni ber til at kunna seg um nýggjar og komandi framsýningar, tiltøk og rundvísingar. Eisini ber til at lesa um eitt úrval av høvuðsverkum á savninum. Ein síða er til dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar, sigur listasavnið.

Tað er Jógvan Andersen, sum saman við Dagmar Malenu Winther á listasavninum, ið hava gjørt nýggju heimasíðuna. Beinta á Torkilsheyggi hevur tikið myndir.