Nýtt staklag frá Heiðrik

Heiðrikur á Heygum gevur út sítt fyrsta staklag í trý ár, ið kallast “Hope You’re Crying”. Talan er um fyrsta staklagið frá nýggju plátu hansara “Illusions”, ið kemur út 29. februar.

Mynd: Lydia Hansen

Mynd: Lydia Hansen

Heiðrikur gjørdist kendur í Føroyum sum tónleikari, tá hann gav aðru plátu sína “Funeral” út, sum fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlands, har hann eisini vann sum “besti mannligi sangari 2017” á FMA. Øll kenna landaplágurnar “Change of Frame” og “Monster”. 

##med2##

Nýggja lagið er oyrafangandi og leikandi og hevur 60-ara dám yvir sær, har vit kunnu samanbera við stílin hjá eitt nú Roy Orbison. Teksturin er beiskur av kærleikssviki, sum er ein spennandi mótsetningur til tað leikandi og skemtiliga lagið. Spennandi verður at hoyra restina av plátuni, sum kemur út um tríggjar vikur.  

Lagið er framleitt av Janusi Rasmussen frá popp bólkinum BYRTA og Sakarisi Joensen, sum eisini framførur undir egnum navni. Lagið er upptikið og framleitt í Íslandi, og streingirnir eru upptiknir í Budapest.
Lagið kann hoyrast á Spotify, iTunes og á youtube.

https://open.spotify.com/album/12TShnrtC5wvYyoIFeFpOU?si=QtBEa8M9RkGXE3NAVSNRjQ

 

 

Mynd: Lydia Hansen

Heidrik - Hope You're Crying (Lyric video)