Nýtt videolag við Inga Poulsen í miðbýnum í Havn

Videolag er gjørt til sangin "Einki við at venda við"

Nú er Ingi Poulsen til reiðar við nýggjum videolagi til populera sangin "Einki við at venda við". Lagið kom út í november í fjør og hevur verið nógv spælt bæði í útvarpinum og millum fólk. 

Talan er um eitt one-take videolag uttan klipp, har vit fylgja Inga Poulsen, meðan hann gongur ein túr í miðbýnum um kvøldið - uttan at venda sær við, sum heitið leggur upp til. Aftrat filmupptøkuni er tekstur til sangin. 

Videolagið er gjørt av Jákup S. Thøgersen, og hann hevur fingið hjálp frá Una Poulsen og Hera Kjærbo. Videolagið er liggur á YouTube, og tað ber til at síggja tað her:

##med2##

Ingi Poulsen - Einki við at venda við