Nývaldur dugir bæði spanskt og italienskt

- Hetta hevur havt stóran týdning fyri meg sum sølu-og marknaðarleiðara hjá Vaðhorn Seafood, ið hevur sínar størstu marknaðir í Spania og Italia.

 

30 ára gamli, Per Martin Gregersen, er nývaldur borgarstjóri í Eysturkommunu.

30 ára gamli, Per Martin Gregersen, er nývaldur borgarstjóri í Eysturkommunu.

 

Nývaldi borgarstjórin í Eysturkommunu, 30 ára gamli, Per Martin Gregersen, fyllir 31 ár hin 16. desember í ár. Hann er uppvaksin í Norðragøtu og er sonur Jógvan og Sigvør Gregersen. Pápin hevur í nógv ár verið í saltfiski og eigur saman við Jens Martini Knudsen Vaðhorn Seafood á Strondum.

Tað er her, at Per Martin Gregersen er í starvi sum sølu-og marknaðarleiðari, eftir fyrst at hava nomið sær miðnámsskúlaútbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og seinni eina útbúgving sum marknaðarføringsøkonomur í Odense við starvsvenjing í Italia.

Per Martin Gregersen er giftur Ingu úr Fuglafirði, fødd Beder. Tey eiga synirnar, fýra ára gamla, Signar Gregersen og tvey ára gamla, Jóhann Gregersen. Ungu hjúnini hava verið saman heilt frá blaðungum av - ja, helst í eini 15 ár, og tey giftust í 2015, sum fyrstiføddi kom í 2016 - ella júst eftir bókini, vildi onkur sagt.

Í komandi valskeiði verða sjey nýggj andlit í býráðnum í Eysturkommunu og tvey, sum hava sitið nakrar setur. - Hetta eru alt góð fólk, sum eg komi at arbeiða saman við. Býtið millum kyn og bygdir kundi næstan ikki verið betri við tað, at her eru fimm mannfólk og fýra konufólk, umframt at býtið millum bygdirnar er væl deilt - trý úr Leirvík, trý úr Norðragøtu og trý úr Syðrugøtu.

Í einari størri samrøðu í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, greiðir Per Martin Gregersen frá, at hann hevur gott máloyra, og hann greiðir eisini frá, hvussu hann hevur lært bæði spanskt og italienskt, sum bæði hava havt stóran týdning fyri hann sum sølu-og marknaðarleiðara hjá Vaðhorn Seafood, sum hevur sínar størstu marknaðir júst í Spania og Italia.

30 ára gamli, Per Martin Gregersen, er nývaldur borgarstjóri í Eysturkommunu.