Óðalsfelag vil stovna partafelag

Í kvøld fara limirnir í Føroya Óðalsfelag at taka støðu til, um teir skulu vera við til at stovna smápartafelagið »Jarðir« saman við Føroya Bóndafelag.

Savnsmynd

Savnsmynd

Eykaaðlafundur um málið verður klokkan 18 í kvøld á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Endamálið smápartafelagnum er at eiga og reka fast ogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í hesum sambandi. 

Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva frameftir um at fáa betri og meiri skipað viðurskifti í samband við ta alsamt vaksandi ferðavinnuna, sum eisini sóknast eftir betri fyriskipan við eitt nú gongd í haga vm.

– Hetta nýggja felagið hevur eina nevnd, ið umboðar bæði feløgini og áhugamál tess, og skal hetta felagið frameftir arbeiða miðvíst við at menna og samskipa ferðavinnutilboð, bæði til føroyingar og útlendingar, siga tey í Føroya Óðalsfelag í fráboðan.

Savnsmynd