Oddagrein: Sjálvandi stuðlar Helgi ikki samkyndum

Fólkið valdi eina samgongu, sum er ímóti, at samkynd sleppa at giftast, so rættindi til samkynd mugu bíða. Men tey koma, tí vit eru øll á glíðibreytini...

Sjálvandi sigur Helgi Abrahamsen nei til at geva samkyndum foreldrum somu rætt­­indi, sum øll onnur foreldur nát­­úr­liga hava. 

Hann er partur av samgongu, sum er í­móti at kvinnur kunnu giftast kvinn­um og menn giftast monnum. Og sum Bill Just­i­nussen sigur, so er hetta eitt mál, sum samgongan hevur arvað frá und­an­farnu samgongu. Tí kann tað ikki koma óvart á nakran, at svarið úr Ting­a­nesi er eitt tvørt nei til at geva sam­kynd­um nøkur rættindi afturat.

Øll tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, sum eisini sótu á tingi í seinasta valskeiði, at­kvøddu ímóti at geva samkyndum loyvi at gift­ast. Tað vóru bara tveir ting­menn úr Sambandsflokkinum, sum at­kvøddu fyri, og hvørgin teirra sit­ur á tingi í dag.

Hinvegin atkvøddi allur Javn­að­ar­flokk­ur­in – og harvið eisini allur Sjálv­stýr­is­flokk­urin í dag – fyri, eins og alt Tjóð­veldi og Framsókn. Tað vil siga, at all­ir and­støð­u­flokkarnir eru 100 pro­sent fyri at loyva samkyndum at giftast, með­an øll samgongan er 100 prosent í­móti.

Tí er tað kanska løgið at ilskast inn á Helga Abrahamsen og leggja hann undir at føra politikk fyri Mið­flokk­in. Tí tað ger hann ikki. Hann førir sama politikk, sum Sambandsflokkurin og Fólka­flokkurin eisini ynskja – sjálvt um borg­ar­stjórin í Havn, sum atkøvddi í­móti hesum í Løg­tinginum, var tann fyrsta at gifta tveir menn. Harvið hev­ur Fólkaflokkurin skriv­að søgu við at vera tann fyrsti at gifta samkynd og har­við loypa frá sínum egna politikki á øk­i­num.

Men vit eru á eini glíðibreyt. Tað er rætt. Summi halda tað vera ein trup­ul­leika, meðan onnur halda, at glíði­breyt­in er púra nátúrlig og hevur verið tað líka síð­ani Adam og Evu.

Helgi Abrahamsen glíður við. Tað ger Miðflokkurin eisini og Jógvan á Lakj­uni, tí annars høvdu teir longu havt rullað lógina aftur, so samkynd ikki sleppa at giftast – og ikki bara snakkað um tað.

So samkynd fara at fáa rættindi sum onn­­ur. Tað er bara ein spurningur um tíð. Men fólkið valdi á síðsta vali eina homo­fob­iska samgongu, sum ikki vil tað. So stutt er tann søgan.