Oddfríður lagt árarnar inn

Oddfríður Gregersen í Gøtu var millum annað kendur sum vinnulívsmaður og formaður í arbeiðsgevarafelagnum

Mynd úr sendingini Slóðarar 1 á kvf.fo

Mynd úr sendingini Slóðarar 1 á kvf.fo

Seinnapartin í gjár andaðist Oddfríður Gregersen í Syðrugøtu 92 ára gamal. Hann var sjómaður og skipari og seinni reiðari og vinnulívsmaður í Gøtu, og hann var uppi í kommunalpolitikki og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Haraftrat var sjarmerandi og fryntligi Oddfríður mentamaður og virkin og uppi í so mongum. Eitt nú var hann íðin fjeppari og stuðul hjá ítróttarfelagnum í bygdini.

Vøggan stóð millum áirnar í Syðrugøtu. Mamman var Sára, ættað úr Norðragøtu, og pápin var Joen Pauli Gregersen, vinnulívsmaður í Syðrugøtu.

Tey vóru fimm systkin – tvíburarnir Ása og Per, Leivur, Oddfríður og Gunnleyg.

Oddfríður giftist Hjørdis, dóttir S. P. Petersen, Pidda, vinnulívsmann í Fuglafirði. Tey fingu tríggjar synir – Atli, Páll og Regin – sum hava lyft arvin við at reka vinnu og skapa arbeiðspláss.

Í 2006 gjørdi Leivur Hansen í sjónvarpinum sending, har Oddfríður greiddi frá um sítt lív og virki. Sendingin varð nevnd Slóðarar 1. partur av 7. Sendingin varð endursend í apríl í ár.

https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=107421

Mynd úr sendingini Slóðarar 1 á kvf.fo