Arbeiðsloysið minkar enn meiri

Nú eru 199 fólk færri arbeiðsleys, enn tað vóru fyri einum ári síðani

Nú eru 825 føroyingar arbeiðsleysir. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni yvir arbeiðsleys í Føroyum

 

Her er talan um tað, tey kalla árstíðarjavnað arbeiðsloysi, og tað merkir, at lagt er upp fyri teimum sveiggjum, árstíðirnar geva í talinum á arbeiðsleysum.

 

Sostatt ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

 

Hagstovan vísir á, at tá ið 825 føroyingar eru arbeiðsleysir nú í mai, merkir, at arbeiðsloysið er 3 prosent. og tað merkir so aftur, at í mai vóru 29 færri arbeiðsleys enn í apríl.

 

Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,4 prosent og hjá kvinnum 3,9 prosent. Tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at í mai í ár eru sostatt 199 færri arbeiðsleys enn tað vóru fyri einum ári síðani.

 

Tað er ein minking frá 3,8 prosent, niður í 3 prosent.