Øðrvísi Bátastevna í Vestmanna

- Í ár verður Bátastevnan í Vestmanna á netinum, og vóna vit at føroyingar kring landið fara at hugna sær saman við okkum, frættist úr Vestmanna.

Á eini Bátastevnu skulu sjálvsagt eisini verða bátar, og vóna vit at síggja fleiri bátar á vágni.

Konsertin verður leygarkvøldið frá kl.18.00 – 01.00, og verður stroymd á bs.fo, kvf.fo og umvegis facebooksíðuna hjá Bátastevnuni.
- Vit fylgja tilmælum landsins, og er tað tí ikki møguligt at samlast á økinum á bryggjuni, men ístaðin ber tað til at sita í bili til “drive inn” konsert í fjarstøðu ella heima í stovuni, siga fyrireikararnir.

Vaktarfólk verða á bryggjuni og skipa ferðsluna.

Vælumtóktu Bátastevnubúffarnir verða seldir frá kl.17.00 og kunnu bíleggjast á tlf. 522253 ella 724651 frá fríggjadegnum kl.16.00. Útkoyring í Vestmanna/avheinting verður millum kl. 17.00  og 21.00.

Skráin er hendan:

17.00 – 21.00                                    Bátastevnubúffar verða seldir á kajøkinum

18.00 – 19.00                                    Bubu barnatiltak

19.00 – 20.00                                    Magni Christiansen

20.00 – 21.00                                    Tinganest

21.00 – 22.00                                    Jens Marni

22.00 – 23.00                                    Eyðun, Terji og Kim

23.00 – 24.00                                    Signar í Homrum

00.00 – 01.00                                    Dynamit