Birgit: Sofía rulaði

Birgit Guttesen hevur bara rós at bera Sofíu Purkhús, sum gjørdist dagsins spælari í gjár og sendi Frederiksberg volley í steypafinaluna

Mynd: Sofía Purkhús(t.v) og Birgit Guttesen

Mynd: Sofía Purkhús(t.v) og Birgit Guttesen

Frederiksberg Volley er steypafinaluni fyri fyrstu ferð í søguni. Tað hendi, eftir at tær í gjár vunnu seinnu hálvfinaluna móti Brøndby Volley Klub.

 

-       Sofía rulaði og tí vann hon eisini heitið sum dagsins spælari. Eg haldi tað var vinnaramentaliteturin hjá Sofíu, sum gjørdi at vit vunnu, sigur Birgit Guttesen, ið ikki er so fegin um, at hennara leiklutur ikki var so stórur í hesum dystinum.

 

Fyri Sofíu var hetta ein kærkomin heiður, tí hon hevur í seinastu sitið nakað á bonkinum.

 

-       Eg havi ikki byrjað inni í langa tíð nú, so eg hevði hug at prógva, hvat eg dugdi. Tað haldi eg gekk fínt, tí eg bleiv stemmað til dagsins spælara fyri fyrstu ferð síðani vit komu á liðið. So nú hava vit báðar prøvað at verið tað, sigur Sofía Purkhús.

 

Tað skuldu tveir og ein hálvur tími og seks sett av flogbólti til, áðrenn steypafinalisturin varð funnin.

 

-       Eg haldi at hatta var tann harðasti dysturin eg nakrantíð havi spælt. Serliga tá vit endaðu við at spæla 6 sett. Tað var ordiliga góður stemningur á liðnum, venjarunum og millum áskoðararnar. Vit vóru mega spentar at spæla dystin, tí vit spældu so væl upp til tær seinasta dyst - sjávt um vit taptu 3-1, greiðir Sofía Purkhús frá.

 

Frederiksberg vann seinna dystin 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 13-10 í fimmta setti, sum bara gongur upp í 15. Tí skuldi eitt sokalla “Golden sett” til, fyri at avgera hvør skuldi víðari til steypafinaluna. Her vann Frederiksberg rímiliga trygt.

 

-       Nú eru vit bara alvorliga spentar til steypafinaluna, men fyrst fara vit heim til Føroyar at halda jólaferiu, sigur Sofía Purkhús.

 

Steypafinalan verður 18. januar.