Øll bygdin verður grøn

Hoyr Jóhan Christiansen greiða frá nýggju verkætlanini í Leirvík

– Um alt gongur eftir ætlan, verður øll Leirvíkin grøn. Tað er ógvuliga spennandi.

Soleiðis sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, í samrøðu við FM1.

Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri hava tikið stig til eina verkætlan, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki. Verkætlanin fevnir um at menna og byggja eina grøna og burðardygga fjarhitaskipan í Leirvík. Skipanin skal vera grundað á eldrivna sjóhitapumpu og hitagoymslu, og skal stýrast til at taka ímóti grønari yvirskotselorku.

Jóhan Christiansen fortelur í samrøðuni við FM1, at hetta hevur stóran áhuga aðrastaðni enn bara í Lerivík - eisini altjóða áhuga.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jóhan Christiansen í tíðindunum á FM1 seinnapartin.