Øll fáa nú fría atgongd til orðabøkur

Øll fáa nú fría atgongd til talgiltu orðabøkurnar hjá Sprotanum

Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotin hava í dag gjørt slóðbrótandi avtalu um føroysku netorðabøkurnar.

Avtalan ímillum hesar tríggjar partar merkir, at allar orðabøkurnar á heimasíðuni hjá Sprotanum verða tøkar øllum Føroya fólki og øllum heiminum annars.  

Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta. Útlit eru til, at ein íslendsk og ein fronsk koma aftrat, áðrenn langt um líður. Arbeitt verður eisini við, at ein norðurlendsk skipan við øllum teimum norðurlendsku málunum kemur inn á kervið.

Mentamálaráðið og kommunurnar meta, at hetta málið er ov týdningarmikið til at enda sum kastibløka ímillum land og kommunur og sum eitt kjak um, hvør ið hevur fíggjarliga ábyrgd av hvørjum.

Avtalan varð undirskrivað í Mentamálaráðnum í kvøld av Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, og Heðini Mortensen, formanni í Kommunufelagnum.