Øll fjósini kundu verið endurnýggjað eftir fáum árum

– Um tær 300 milliónirnar hjá Búnaðargrunninum vórðu játtaðar og nýttar at endurnýggja fjósini í Føroyum, so vórðu øll fjósini endurnýggjað eftir nøkrum heilt fáum árum, og vit høvdu bara nýmótans fjós í Føroyum. Men tíverri gongur tað sera trekt við tí, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM

Stjórin í MBM vísir á, at Búnaðargrunnurin í fleiri ár hevur verið sera trekur at veitt lán og á annan hátt at hjálpt bóndum kring landið.

– Vit hava í fleiri ár upplivað, at Búnaðargrunnurin hevur verið sera trekur at veita lán. Fleiri bøndur hava tí vent sær til okkara í MBM at fáa lán. Av tí sama fíggja vit til dømis nógvar av traktorunum í Føroyum. Um vit høvdu teir pengarnar, sum Búnaðargrunnurin hevur at ráða yvir, so kundu vit eisini fíggja øll tey nýmótans fjósini í Føroyum, sigur Hákun Steingrímsson.

Politikarar eiga at hyggja eftir skipanini

Hann vísir á, at Búnaðargrunnurin næstan flýtur yvir í pengum. Teir hava eitt fæ, sum er á umleið 300 milliónir krónur. Tá ið grunnurin varð stovnaður í 2004, vórðu 30 milliónir settar í grunninum. Síðani er peningurin bara vaksin.

Hann heldur, at tað ber ikki til, at tað skal taka so drúgva tíð at endurnýggja øll fjósini í landinum, tá ið grunnurin, ið hevur sum endamál at stuðla undir føroyskari mjólkaframleiðslu, bólgnar í pengum.

– Tað riggar tíverri illa í dag. Eg haldi, at politiska skipanini má hyggja eftir, um grunnurin livir upp til endamálið, ella um tað má gerast á annan hátt, sigur Hákun Steingrímsson.

Lesið alla greinina í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.