Pál endaði á 5.plássi

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven stevnuni. Hann bleiv nummar fimm við tíðini 3:52.95

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven stevnuni. Hann bleiv nummar fimm við tíðini 3:52.95. Mynd: svimjing.com

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven stevnuni. Hann bleiv nummar fimm við tíðini 3:52.95. Mynd: svimjing.com

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven stevnuni hann bleiv nummar fimm við tíðini 3:52.95. Hann var beint aftanfyri unga norðmannin Henrik Christiansen, sum kom á mál við tíðini 3:52:60, og setti nýtt norskt juniormet. 

Tað var serbiski Velimir Stjepanovic sum legði harðast út. eftir 50-100 metrar var hann kroppslongdina frammanfyri niðurlendska Ferry Weertman og okkara Pál Joensen. Weertman svaraði aftur á 300 metrum, men dragnaði aftur. Pál var noyddur at sleppa hinum áðrenn aftursvarið hjá Weertman.

 

Sebastiaan Verschuren lá eitt sindur aftanfyri teir tríggjar fremstu fyrstu 2-300 metrarnar, men svaraði so aftur og kom framum Pál áðrenn síðstu metrarnar. Henrik Christiansen megnaði eisini at koma framum Pál síðstu metrarnar.

 

Úrslitið varð, at Stjepanovic vann við tíðini 3:48.25, Weertman varð nummar 2 við tíðini 3:48.94, og Verschuren nummar trý við 3:49.80. Síðani vóru nakrar kroppslongdir aftur til Henrik Christiansen á 3:52.60 og Pál á 3:52.95. Aftanfyri Pál vóru David Brandl úr Eysturríki og Maarten Brzoskowski úr Niðurlondum, sum vunnu heiðursmerki í 1500 frí í gjár.

Kelda: svimjing.com