Øll skulu helst fáa nøkunlunda tað sama

Úrslitið av samráðingunum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið verða nokk so avgerðandi fyri, onnur fáa

– Øll skulu helst fáa nøkunlunda tað sama í lønarhækking.

Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. Tað er hann, sum umboðar Fíggjarmálaráðið í samráðingunum við Starvsmannafelagið, nú samráðst verður um ein nýggjan sáttmála.

Partarnir hava samráðst í eina tíð, men fríggjadagin slitnaði samráðingarnar og semingsmenninir vórðu boðsendir.

Starvsmannafelagið er fyrsta felagið, sum samráðist við Fíggjarmálaraðið um nýggjan sáttmála og tað er gamalt, at úrslitið av fyrstu samráðingunum verða avgerðandi fyri, hvat onnur fakfeløg eisini fáa í lønarhækking.

Jan Mortensen sigur kortini, at hetta hevur ikki heilt verið galdandi tær seinastu ferðirnar. Samstundis hevur Starvsmannafelagið áður gjørt vart við, at tey føra sínar egnu samráðingar og onnur fakfeløg føra sínar samráðingar.

Men leiðarin á lønardeildini sigur, at øll feløgini skulu helst fáa nøkunlunda tað sama í lønarhækkingum, og sum almennur myndugleiki vilja tey altíð stremba eftir tí.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum hevur alment boðað frá, at nú er tað teirra tørn at fáa eina lønarhøkking, sum munar og at tað er langt ímillum partarnar.

Jan Mortensen vil ikki gera viðmerkingar til, hvussu langt tað er ímillum partarnar. Men hann sigur, at tað sigur seg sjálvt, at tá ið semingsmenninir eru komnir upp í, er tað tí at tað er ov langt ímillum partarnar til at tað bar til at fáa eina semju.

Á fíggjarlógini fyri í ár er roknað við eini lønarhækking upp á 2,2 prosent, men Jan Mortensen hevur onga viðmerking, tá ið vit spyrja hann um hann hevur fingið boð frá landsstýrismanninu um, at hetta er lønarhækkingin, hann vil góðtaka.

– Eg havi onga viðmerking til innanhýsis samskifti í Fíggjarmálaráðnum, sigur hann.

Hann sigur kortini, at tá ið 2,2 prosent er sett av á fíggjarlógini til lønarhækkingar, er hetta eitt mett tal, tí í roynd og veru kann eingin vita, hvat úrslitið verður.