Øll skulu kenna seg trygg til arbeiðis

Í síðstu viku setti eg landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum ein munnligan fyrispurning um eftirlitið, tá tað snýr seg um spreingievni. Eg vísti í hesum sambandi á, at fólk høvdu sæð stórar nøgdir av spreingievnum við eitt bryggjupláss í Havn, og at vandi møguliga var fyri, at hesi spreingievni vórðu flutt runt í landinum uttan eftirlit. Fleiri lastbilførarar vendu sær til mín, tá spurningurin var settur, og váttaðu leysasøgurnar um manglandi eftirlit við spreingievnum á arbeiðsplássum.

Landsstýrismaðurin segði í svari sínum millum annað, at hann onga orsøk hevði til at halda, at eftirlitið ikki var nøktandi. Tí ætlaði hann ikki at seta kanningararbeiðið í gongd, uttan so at Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørdi vart við, at alt ikki var í lagi.

Síðstu dagarnar hevur verið frammi í miðlunum, at okkara tøl liggja oman fyri grannalondini, tá ræður um deyðsvanlukkur á arbeiðsplássum. Í Føroyum hava verið tríggjar deyðsvanlukkur higartil í ár. Talan er um fólk, ið eru virkin í arbeiði, helst frísk fólk, ið vóru til arbeiðis, tá vanlukkan hendi. Um tað ikki er ein ábending um, at neyðugt er at kanna hvar trupulleikin liggur, so veit eg ikki, hvat er.

Nógv virksemi er í landinum í dag. Tað er jaligt, og kemur okkum øllum til góðar onkusvegna. Men um prísurin, vit skulu gjalda, er, at umstøðurnar á arbeiðsplássum í føroyum ikki eru nøktandi, so er tað ov nógv at geva.

Øll skulu kenna seg trygg at fara til arbeiðis.

Ingilín Didriksen Strøm,

Javnaðarflokkurin