Øll Vágin í Klaksvík fleyt í vatnkríggi

Vatnkríggj er fastur táttur á sjómannadøgunum í Klaksvík

Sjómannadagar eru í Klaksvík og har er vatnkríggj ein fastur táttur. Og í gjár fleyt øll vágin í vatnkríggi við Brimli í miðdeplinum, og hann helt annars skil á. Talan er um eitt familjutiltak, har heilt nógv vóru komin saman, bæði børn og vaksin.

Sjómannadagarnir halda fram við drúgvari skrá, har fyrst Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl. 

 Síðani koma seglskipini á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Talan er um Jóhannu TG 326, Westward Ho, Dragan, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.

Um eina løtu verður Merkið vundið á stong og umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merkið í húnar hátt, meðan Tjóðsangurin verður sungin. 

So verður boðið til stórt kaffiborð á bryggjuni, har borðreitt verður við Kaffi, Te, Kakao, sjómannabollum og vinarbreyði.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og síðani setur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki. 
Heiðursmerki handað teimum, sum vunnu fiskikappingini og tann, sum hevur fiskað allar størsta fiskin, sum verður útnevndur Fiskikongur/drotning.

Og sum  vant bjóðar Hanus Hansen, reiðara, fisk og kips - og klaksvíkingar leggja afturat, at alt á sjómannadøgunum er ókeypis.

Undir Myndasavn hava vit nógv fleiri myndir av vatnkrígnum. Myndirnar av vatnkrígnum hevur Dávur Winther tikið