Hallur fríttstillaður

AaB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur ógildað sáttmálan hjá Halli Hansson

 

 

Hallur Hansson hevur ikki longur sáttmála við AaB. Danska flytingarvindeygað steingir í kvøld, og tað hevur verið roknað við, at Hallur ikki fór at halda fram í felagnum.

 

Nú skrivar AaB so á heimasíðuni, at felagið hevur uppsagt sáttmálan við føroyska miðvallaran, og so er spurningurin, um tað merkir, at Hallur longu í kvøld fær nýtt felag uttanlands, ella um tað verður okkurt føroyskt felag, sum fær gleða av fótbóltsevnum hansara.