Ógjørligt at strika bummgjøldini

Skulu vit byggja samferðslukervið út, er tað eitt ófrávíkilgt krav, at brúkaragjøld verður ein partur av fíggingini, siga løgtingsmenn

 

 

Skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um at byggja samferðslukervið út, soleiðis, sum vit ætlað, verður tað eitt ófrávíkiligt krav, at brúkaragjøld verður ein partur av fíggingini.

Tað staðfesti Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hendan dagin í Løgtinginum, tá ið Løgtingslimir høvdu eina afturvendandi umrøðu av, hvussu okkara samferðslukervið skal byggjast út.

Nakrir tinglimir vilja hava, at bummgjøldini í undirsjóvartunlinum skulu strikast, tí alt samferðslukervið skal fíggjast á fíggjarlógini. Men tað er greitt, at tað er stór ósemja í samgonguni um, hvussu farast skal fram.

Christian Andreasen minnir á, at útbyggingar fyri milliardir standa fyri framman og at tað er heilt ómøguligt at fíggja tað á fíggjarlógini. Tí sigur hann, at tað verður eitt ófrávíkiligt krav, at brúkaragjøld verður ein partur av fíggingini.

– Eg sigi ikki, at bummgjøldini skulu hækkast, men tað ber ikki til at strika tey, gjørdi hann greitt.

Hann heldur, at vit eiga at kanna møguleikan fyri at leggja øll tunlafeløgini saman í eitt felag, sum so skal átaka sær ein part av fíggingini.

– Vit mugu øll vera við til at rinda og tí mugu vit hava eina skipan, sum er samhaldsfastari enn vit hava í dag, og tað ber ikki til at avtaka bummgjøldini í einum parti av landinum, heldur løgtingsmaðurin.

Tí eiga vit at fáa eina samhaldsfasta innkrevingarskipan, so at inntøkurnar kunnu verða brúktar til at fíggja útbyggingarnar við. Hann vísir á, at bummgjøldini skulu brúkast við tað neyðuga viðlíkahaldið, men tað, sum loypir av, eigur at verða brúkt til at fíggja Suðuroyartunnilin.

https://www.in.fo/news-detail/news/tad-hongur-yvirhoevur-ikki-saman/Les eisini: Tað hongur yvirhøvur ikki saman

Floksfelagið hansara, Brandur Sandoy tekur fult undir við hesum men hann heldur eisini, at inntøkurnar av vegskatti og avgjaldið av brennievni, eigur eisini at fara í hesa puljuna.

Hann heldur ikki, at tað er samhaldsfast, at tey, sum koyra lítið, skulu rinda líka nógv, sum tey, ið koyra nógv.

Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum endurtekur tað, hann hevur sagt áður, um at tað verður neyðugt at fáa eina politiska semju um rættiliga nógv viðurskifti, serliga tí, at Suðuroyartunnilin verður størsta verkætlan í Føroya søgu. Tað er ein útbygging, sum fer at strekkja seg yvir fleiri samgongur, og tí er tað heilt avgerandi, at vit fáa eina haldføra, politiska semju um hana.