"Óhugnaliga menniskjaligt andlit" fjalt í altartalvu

Konservatorar hjá kongaliga instituttinum fyri mentanararv í Belgia gjørdust ikki sørt bilsnir, tá teir herfyri vóru í ferð við at umvæla altartalvuna í katedralinum í Ghent.

Guðs lamb, sum er miðpanelið í altartalvuni Tilbiðjanin av gátuføra lambinum, varð málað av Hubert og Jan van Eyck í 1432, men nógv týðir á, at einaferð í 16. øld hevur verið málað út yvir partar av altartalvuni.

Meðan konservatorarnir vóru í ferð við at umvæla málningin, varnaðust teir, at eitt lag av málningin var undir andlitinum á lambinum, sum er mitt fyri á málninginum.

Tá nýggjara lagið varð tikið burtur, sást, at upprunaliga lambið sá eitt sindur øðrvísi út. Eyguni eru stór, sita mitt fyri á høvdinum, og tað tykist, sum lambið starir eftir hyggjarunum.

##med2##

Amerikanska tíðarritið hjá The Smithsonian kallar lýsir fundið sum eitt "óhugnaliga menniskjaligt andlit", og okkum nýtist bert at hyggja eftir málninginum eina ferð fyri at síggja, hvat tíðarritið sipar til.

Guðs lamb, ið hongur í Skt. Bavo katedradinum í Ghent í Belgia, verður hildin at vera fyrsti oljumálningur, ið gjørdist kendur um allan heim.

Tað er ikki greitt, hví málað varð út yvir andlitið á lambinum, men Koenraad Jonckheere, professari á universitetinum í Ghent, heldur, at tað møguliga hevur verð fyri at gera andlitsbráið á lambinum eitt sindur mildari.

Kongaliga instituttið upplýsir, at í miðøld var rættiliga vanligt at mála kríatúr við menniskjalíkum andlitum.

Hetta er ikki fyrstu ferð at umvæling av listaverki fær miðlaumrøðu um allan heim. Í 2012 gjørdist málningurin Ecce homo heimskendur, eftir at ein kirkjugangari í kirkjuni, har málningurin var, royndi seg sum konservator. Úrslitið sæst niðanfyri.

##med3##