Ójavni skal ikki vera ein avleiðing av grønu umleggingini

Í løtuni bíða vit eftir, at einstaklingar hvør í sær leggja um frá olju til el. SEV útsetur pumpuskipanina í Vestmanna, tí umleggingin gongur ov seint. Vit mugu tora at seta krøv. Við krøvunum fylgir ábyrgd. Ábyrgd fyri, at øll megna at gera broytingina, uttan at tað skapar stórri ójavna í samfelagnum, so at eisini tey ið eru ringast fyri fíggjarliga kunnu vera við. Tí umleggingin er dýr, og tað eru verri enn so øll, ið hava ráð.

Serliga sum bústaðarmarknaðurin er í dag. Men sum samfelag og heimsborgarar hava vit ikki ráð at lata vera. Vit hava tørv á einum samfelagsbanka ið virkar fyri samfelagsligum áhugamálum, um at veita lán til tey, ið vilja búgva uttanfyri høvuðsstaðin, og til teirra, ið ikki hava ráð at gera umleggingina alt fyri eitt.

Sum støðan er nú, er ein partur av BankNordik almennur. Allíkavæl verður bankin rikin eins og aðrir bankar í landinum, har avgjøld verða løgd eftir egnum ætlanum. Hesin parturin átti at verið seldur og settur í ein samfelagsbanka, har fólkið kann hava lønarkonto, og lán kunnu veitast til bústaðir uttan fyri Havnina og til grønar sethúsaorkuloysnir.

Tey, ið eru ringast fyri, skulu ikki gjalda hægsta prísin fyri flytingina burtur frá kolvetni. Tað er lættast, og bíligast á standandi fóti at smekka eina oljufýr upp og keypa sær ein bíligan, brúktan bensinbil. Tað má broytast, bæði frá privatari síðu, so heildarpakkar eru til elloysnir, og frá almennari síðu, so øll fáa ágóðan av orkuskiftinum.

Tí í síðsta enda er tað bíligari at hava elbil og hitapumpu ella jarðhita. Oljuprísurin vaksur og vaksur, tað ger elprísurin í minni mun. Hetta kann tí eisini vera við til at geva teimum, ið hava lítið, meir millum hendurnar.

Ingilín Didriksen Strøm,

valevni fyri Javnaðarflokkin.