Hoyvíkingur dekanur á Syddansk universitet

Martin Zachariasen verður nýggjur dekanur á Náttúruvísindaliga fakultetinum á Syddansk Universitet

Granskingarráðið skrivar á heimasíðu sínari, at fyrrverandi formaður í føroysku granskingarnevndini, Martin Zachariassen, verður nýggjjur dekandur fyri Det Naturvidenskabelig Fakultet á Syddansk Universitet frá 1. mai 2015. 


Martin Zachariasen, hevur í sjey ár verið deildarleiðari á Datalogisk Institut á Københavns Universitet.


- Martin Zachariasen stígur fram sum ein sterkur og framskygdur leiðari, sum dugir væl at síggja nýggjar møguleikar. Á Københavns Universiteti hevur hann bygt upp nýggjar tvørvísindaligar útbúgvingar, og samspælið við hini fakumhvørvini á universitetinum hava givið datalogi eina heilt aðra støðu, so at talið á teimum, sum søkja upptøku til lestur á datalogi er støðugt vaksandi, sigur Henrik Dam rektari.

Martin Zachariasen, sum er ættaður úr Hoyvík, hevr lisið datalogi á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur síðandi lisið støddfrøði, áðrenn hann nam sær kandidatútbúgving í datalogi. Hann hevur seinni skrivað og vart ph.d. og doktararitgerð í ávikavist 1998 og 2010.

Martin Zachariasen hevur arbeitt á Københavns Universitet í 20 ár, undantikið eitt ár frá 1999 til 2000, tá hann var í post.doc. starvi á Forschungsinstitut für Diskrete Mathematik i Bonn. Síðani 2002 hevur hann verið adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya og hevur undirvíst regluliga har. Frá 2008 til 2014 var hann formaður í Granskingarnevndini hjá Granskingargrunninum. 

- Náttúruvísindi spæla ein stóran leiklut í samfelagsmenningini, og tí gleði eg meg ómetaliga nógv til at standa á odda fyri Det Naturvidenskabelige Fakultet, sum er inni í eini positivari tilgongd við góðum upptøkutølum og gransking í heimsflokki. Ikki minst gleði eg meg til samskifti við starvsfólkini á fakultetinum um framtíðar strategiina, sigur Martin Zachariasen, sum fer at leiða eitt fakultet við umleið 2000 lesandi og 500 starvsfólkum.

Martin Zachariasen avloysir Henrik Pedersen, sum hevur verið dekanur í 14 ár.